Uttanlands

Biden ógildar avgerð hjá Trump áðrenn hon fær gildi

USA letur upp og aftur aftur fyri ferðandi úr Schengen, Brasil, Írlandi og Bretlandi

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-01-19 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donald Trump, sum situr sum amerikanskur forseti til í morgin, hevur sett úr gildi fleiri forðingar fyri at ferðast til USA, eitt nú frá Schengen-londunum.

Skipanin skuldi koma í gildi í komandi viku, men Joe Biden, ið tekur við sum amerikanskur forseti í morgin, hevur longu boðað frá, at hann fer at ógilda hesa fráboðan so skjótt sum hann gerst forseti, skrivar Ritzau.

Hvítu húsini boðaðu í nátt frá í einum tíðindaskrivi, at landamørkini 26. januar aftur fóru at verða latin upp til ferðandi frá teimum 26 Schengen-londunum.

Eisini var ætlanin at lata upp landamørkini fyri ferðandi úr Brasil, Bretlandi og Írlandi.

Samstundis sum latið varð upp fyri ferðandi til USA, var eisini ætlanin at seta í verk eitt krav um at vísa netagiva korona-test fyri at sleppa inn í landið.

Men Joe Biden tekur ikki undir við, at USA tekur hesar forðingarnar aftur.

- Eftir ráðum frá okkara serfrøðingum, ynskir Biden ikki at sleppa hesum forðingum, og tí fara galdandi reglur at standa við eisini eftir 26. januar, skrivar Jen Psaki, miðlatalsmaður hjá Biden á Twitter. 

placeholder
placeholder