Innanlands

Skerd flúgving næstu níggju vikurnar

Onki flogfar í dag – týsdagar og leygardagar verður ikki flogið

Sera vakurt veður á flogvøllinum í dag, men flogførini standa still (Vevmynd: fae.fo)

Sera vakurt veður á flogvøllinum í dag, men flogførini standa still (Vevmynd: fae.fo)

2021-01-19 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast klárt og vakurt verður er í dag, so er ongin flúgving til og úr Føroyum í dag.

Føroyska flogferðslan er nú so hart rakt av koronastøðuni rundan um okkum, at tað ikki eingang verður flogið hvønn dag.

Atlantsflog boðar nú frá, at tað bert verða gjørdir fimm túrar um vikuna til Keypmannahavnar: Mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. Tveir til Billund: Mánadag og hósdag. Og ein til Bergens: Mánadag.

Í februar verður flogferðslan enn minni, tí sagt verður eisini, at ongin flúgving er til Billunds og Keypmannahavnar hósdagarnar 4., 11. og 18. februar.

Sostatt er onki virksemi á flogvøllinum týsdagar og leygardagar fyri tíðina.

Henda skerda ferðaætlanin er galdandi fyri januar, februar og tað mesta av mars. Sambært bíleggingarskipanini hjá Atlantsflog verður flogið vanligt aftur í vikuni, sum byrjar mánadagin 22. mars. 

placeholder
placeholder