Innanlands

Ein tilburður í gjár - nú eru fimm smittað eftir

Viðkomandi sum varð staðfestur positivur í gjár, kom til Føroya úr útlondum í farnu viku

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-19 13:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggjur tilburður av covid-19 varð staðfestur í gjár, vísa tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum í farnu viku. 

714 kanningar vóru gjørdar í gjár.

Tvey vóru staðfest frísk í gjár, og talið á smittaðum er nú komið niður á fimm. 18 fólk eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við covid-19.

 

placeholder
placeholder