Uttanlands

Bretska frábrigdi tikið yvir í Danmark

Kontakttalið er 0,6, men um bert verður hugt eftir frábrigdinum, so er tað yvir 1,16, og tað er næstan tvífalt so høgt sum fyri einari viku síðani. Samstundis er talið av innløgdum framvegis høgt, og ivasamt er, nær færri avmarkingar verða

Magnus Heunicke vísti fyrr í dag á nýggjastu tølini,ið á ein hátt eru góð, men sum framvegis elva til stúran. Mette Frederiksen sigur, at avmarkingar fara at verða allan veturin - spurningurin er bara hvørjar (Mynd: EPA)

Magnus Heunicke vísti fyrr í dag á nýggjastu tølini,ið á ein hátt eru góð, men sum framvegis elva til stúran. Mette Frederiksen sigur, at avmarkingar fara at verða allan veturin - spurningurin er bara hvørjar (Mynd: EPA)

2021-01-19 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samlaða kontakttalið í Danmark er nú komið niður á 0,6.

Hetta merkir, at tíggju koronasmittaði smitta seks fólk, og hetta er í sær sjálvum gott. Í seinastu viku var kontakttalið á 0,9, og harvið er smittutrýstið minkandi.

Men tað sum vekir stúran hjá heilsumálaráðharranum, Magnus Heunicke, og øðrum er, at tølini fyri tey sum eru smittaðu við bretska frábrignum B117 bara vaksa. Hetta slagið smittar meira, og konttaktalið fyri frábrigdi er nú 1,16. Tað vil siga næstan tvífalt so nógv sum "vanligt COVID-19", og næstan tvífalt so nógv sum tað var í farnu viku.

Konttaktalið verður kunngjørt hvønn týsdag, og á heilsumálaráðharrin heitir á Twitter á danir um at kanna seg, tí at óvissan er so stór. Hann vísir á, at talið av innløgdum við koronu, ið lækkaði við 25 seinasta samdøgrið, framvegis er ov stórt, og at tað skal "bankast niður", áðrenn B117 yvirtekur farsótttina í Danmark.

Gott men ikki nóg mikið

Í dag er formansorðaskifti í fólkatinginum. Har hevur Mette Frederiksen gjørt greitt, at avmarkingar verða allan vetur fyri borgarar í Danmark. Hetta er orsakað av bretska frábrigdinum, ið ótti er fyri. Forsætisráðharrin fegnast um, at nýggjastu tølini vísa, at avmarkingarnar rigga, hóast tað ikki er nóg mikið enn.

Um galdandi avmarkingar, ið gera at Danmark í stóran mun er latið aftur, halda fram eftir 7. februar, ella um júst hvat hendir, kundi Mette Frederiksen ikki siga nakað nærri um.

- Tá grundarlag er fyri tí, og tá vit hava fingið nýggj tilmæli, so boða vit frá hvat hendir.

Kelda: TV2.dk

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder