Innanlands

Borgarstjórar í Suðuroynni: Set gongd á Suðuroyartunnil sum skjótast

Fyrireikingarnar at gera tunnil til Suðuroyar skulu í gongd

2021-01-19 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Borgarstjórarnir í Suðuroynni halda at fyrirreikingarnar uppá Suðuroyartunnilin eiga at fara ígongd sum skjótast.

Tað siga teir í felags fráboðan seinnapartin.

Sambært nýggjastu upplýsingum frá felagnum P/F Eysturoyar og Sandoyartunnlar verður Sandoyartunnulin tikin í nýtslu seinasta lagið í desember 2023. Boriarbeiðið verður liðugt um árslok í 2021, tá tunnulin verður skotin ígjøgnum.

Fimm milliónir eru settar av til Suðuroyartunnil á fíggjalógini fyri 2021.

- Sum landið liggur nú, er greitt, at arbeiðið uppá Suðuroyartunnulin ikki kann fara í gongd, sum eitt natúrligt framhald av Sandoyartunnulinum. Til tað eru ov fáar fyrireikingar gjørdar, og ongin játtan er til endamálið.

- Borgarstjórarnir í Suðuroynni síggja týdningin av, at koma ígongd við hesum sum skjótast.  Hósdagin í komandi viku, fara borgarstjórnir á fund, hvussu farast kann í gongd við at fyrireika arbeiði uppá Suðuroyartunnilin, ljóðar fráboðanin, sum er undirskrivað av hesum:

Eyðbjørn Thomsen, Sumba

Bjarni Johansen, Vágur

Ása Holm, Porkeri

Delmar Tausen, Hov

Jóanis Lisberg, Fámjin

Kristin Michelsen, Tvøroyri

Janus Thomsen, Hvalba

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder