Innanlands

Reyði Krossur styrkir mótstøðuføri hjá neyðstøddum í Malavi

Malavi telist millum heimsins fátækastu og minst framkomnu lond. Reyð Krossur Føroya hevur latið 200.000 krónur til arbeiði í landinum

2021-01-19 18:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast Malavi, sum er kent fyri sítt gestablídni, verður kallað ”Heita Hjartað í Afrika”, so líða nógvir malavar stóra neyð. Malavi telist millum heimsins fátækastu og minst framkomnu lond, og meira enn helvtin av borgarunum liva undir fátækramarkinum. Harumframt liggur Malavi í einum ábærum øki, sum á hvørjum ári er fyri náttúruvanlukkum, so sum skerpingi og flóð. Vánalig atgongd er til heilsu- og reinføristænastur, sum hava alstóran týdning fyri heilsuna og vælveruna hjá borgarum. Serliga eru tað mammur og børn undir fimm ára aldur, sum eru sárbær í hesum støðum.

Ein onnur avbjóðing í Malavi er skúlagongd. Serliga illa stendur tað til hjá skúlagentum; einans 29% av gentunum, sum byrja í fyrsta flokki, fullføra útbúgvingina. Høvuðsorsøkirnar til fráfallið í útbúgving eru hjúnaband á ungum aldri, barnsburður og familjuskyldur. Í Malavi verða áleið 50% av gentum giftar áðrenn tær eru 18 ára gamlar.
 
Reyði Krossur Føroya lat síðst í farna ári 150.000 kr. til eina verkætlan hjá Reyða Krossi í Malavi, við heitinum ”Community Resilience Programme”. Endamálið við hesi verkætlan er trífaldað. Fyrst er tað at menna heilsu- og reinføristænastur, harímillum tryggja reint drekkivatn og upplýsing um kynsliga heilsu, fyribyrging og familjufyrireikingar. Næsta endamálið er at síggja til, at tað verður upplýst um veðurlag, og kunnað um amboð og førleikar sum skulu fyrireika og minka um avleiðingarnar av náttúruvanlukkum. Seinasta endamálið er at styrkja mótstøðuføri hjá børnum og ungum, sum er framtíðin í Malavi. Hetta verður eitt nú gjørt við at eggja til betri skúlagongd og útbúgvingar, umframt førleikamenning, sum skal betra um arbeiðs- og inntøku møguleikarnar hjá ungum malavum.
 
Samstundis lat Reyði Krossur Føroya 50.000 kr. til Barnalandið í Malavi, eins og hevur verið gjørt seinastu árini. Barnalandið í Malavi hjálpir millum annað við foreldraleysum og útsettum børnum við at stuðla teimum at fara undir skúlagongd, og bjóðar barnaansing, mammubólkar og ungdómsarbeiði. Ein partur av hesi játtanini er frá privatum gevarum, sum hava oyramerkt stuðulin til Barnalandið í Malavi, og ein partur er frá Reyða Krossi Føroya.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder