Innanlands

Hans Andrias Olsen er nú settur sum leiðari við Stórá og á Glyvrum

Námsfrøðingurin úr Klaksvík hevur síðani á heysti í 2019 verið í farloyvisstarvi við Stórá í Rituvík

36-ára gamli námsfrøðingurin er settur í fast starv (Mynd: runavik.fo)

36-ára gamli námsfrøðingurin er settur í fast starv (Mynd: runavik.fo)

2021-01-19 21:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hans Andrias Olsen tók á heysti 2019 við farloyvisstarvi sum leiðari á Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík. Tann frítíðarskúlin er nú víðkaður við einari deild í Kvinnufelagshúsunum á Glyvrum.

Tá farloyvistíðin var av, var Hans Andrias millum teirra sum søkti, og hann er nú settur í fast starv sum leiðari. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.

36-ára gamli Hans Andrias Olsen er útbúgvin bachelor í námsfrøði. Hann er klaksvíkingur og býr í Funningsfirði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder