placeholder
Innanlands

Eysturoyartunnilin opin sum vant aftur

Ymiskt arbeiði er gjørt í tunlinum seinastu vikuna, men nú verður hann opin alt samdøgrið aftur

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-19 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu vikuna hevur Eysturoyartunnilin verið stongdur frá klokkan 19 á kvøldi til klokkan 7 morgunin eftir.

Arbeitt hevur verið við at seta ljósini hjá listamanninum Tróndi Patursson í rundkoyringini, at seta bilteljara upp, og annars smáar manglar frá tí, at tunnilin lat upp 19. desember.

Eftir ætlan skuldi arbeiða vara til og við í dag eisini, men nú er arbeiðið liðugt, og tí verður tunnilin opin alt samdøgrið aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder