Neyðrakettir skulu ikki brúkast á nýggjárinum

Helgi Abrahamsen ætlar at áseta reglur sum greitt banna nýtslu av neyðrakettum til annað enn tær eru ætlaðar til. Landsstýrismaðurin skjýtur upp at sekta fólk, sum brúka neyðrakett til annað endamál

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-19 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann skjótt vera søga, at tíggjutals neyðrakettir eru at síggja á nýggjárinum.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum hevur svarað einum grein 52 fyrispurningini frá Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum um nýtslu av fýrverki.

Løgtingskvinnan spurdi um landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at endurskoða lóg og kunngerð um fýrverk, sum er frá 1969. Helgi Abrahamsen hevur ætlanir at broyta eitt sindur í øllum førum.

Hann ætlar at føroyska lóggávan skal dagførast soleiðis at hon innihaldsliga samsvarar við lóggávuna í hinum norðurlendsku londunum. Helgi Abrahamsen ger tó vart við, at tað skal havast í huga, at veðrið nýggjársaftan kann vera svikaligt, og tí eigur at vera loyvt at skjóta fýrverk nakrar dagar inn í nýggja árið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Sekt til tann, sum brúkar neyðrakett sum fýrverk
Nýtslan av neyðrakettum er eisini nakað, sum landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað við.

- Ein av mest álvarsomu vandunum á nýggjárinum er nýtslan av neyðrakettum, sum verður nýtt sum nýggjársfýrverk. Talan er um vøru, sum als ikki er ætlað til  nýtslu á nýggjárinum, men einans til at fráboða neyðstøður á sjónum. Talan er um vandamikla vøru, sum í nógv størri mun enn annað fýrverk kann gerast atvold til eldsbruna og álvarsom óhapp, sigur Helgi Abrahamsen.

Ælanin er at áseta reglur, sum greitt banna nýtslu av neyðrakettum til annað endamál enn tað, sum hendan vøran er ætlað til. Her skjýtur landsstýrismaðurin upp, at ein pantiskipan millum annað verður gjørd, so keypari kann lata óbrúktar neyðrakettir inn aftur ella kann skjalprógva, at vørna er nýtt til rætta endamál.

Eisini heldur hann, at ein hóskandi sekt skal vera fyri at nýtslu av neyðrakettum, sum verður brúkt til annað endamál, enn vøran er ætlað til.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder