Uttanlands

Í dag verður Biden innsettur

78-ára gamli fyrrverandi varaforsetin verður í dag svorin í eið sum forseti nummar 46 í USA. Tað er alt sum bendir á, at hetta fer at ganga heilt friðarliga fyri seg. Donald Trump segði í fráfaringarøðu sínari, at hóast ósemjur eru millum fólk í landinum, so eru tey ógvuliga hampilig

Joe Biden verður tann elsti amerikansti forsetin nakrantíð, sum verður svorin í eið (Mynd: EPA)

Joe Biden verður tann elsti amerikansti forsetin nakrantíð, sum verður svorin í eið (Mynd: EPA)

2021-01-20 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november í fjør vann Joe Biden amerikanska forsetavalið á Donald Trump. Síðani hevur nógv verið frammi um møguligt valsvik, ið Trump og hansara stuðlar hava víst á, men eftir kanningar og rættarmál er einki funnið.

6. januar kókaði yvir, tá nógvir stuðlar hjá fráfarandi forsetan høvdu mótmælistiltak við Capitol Hill, ið byrjaði nakað áðrenn við einari røðu frá Trump. Ein partur av mannamúgvuni fór inn í stjórnarbygningin, stutt áðrenn Kongressin formliga skuldi góðtika Biden sum forseta. Tað var óskil, og ein lat lív orsakað av einum skoti. Nógvar handtøkur vórðu eisini framdar, og tað varð stúrt fyri, hvussu tíðin fram til yvirtøkuna fór at verða. Gjørt hevur verið til klárt at niðurberja ófrið í høvuðsstaðnum, og demokratiski flokkurin hevur reist enn eitt ríkisrættarmál móti Donald Trump.

Fráfarandi forsetin segði í sínari fráfaringarrøðu í gjár, allir amerikanarar vóru forfardir eftir álopið á Kongressina, og at politiskur harðskapur er eitt álop á alt, sum amerikanarar seta høgt, og at hetta skulu man ikki finna seg í.  

- Vi mugu ongantíð gloyma, at hóast amerikanarar altíð fara at hava sínar ósemjur, so eru vit ein tjóð, ið er samansett av ógvuliga hampiligum, trúgvandi og friðarelskandi menniskjum, sum øll ynskja sínum landi tað besta

[object Object]
Mynd: EPA

Nú er 20. januar her, og Donald Trump, ið ikki verður við til innsetanina í Washington D.C seinni í dag, ynskti nýggju fyrisitingini alt tað besta við arbeiðnum og segði, at hann bað fyri henni.

Joe Biden varð ikki nevndur í røðuni, sum var tjúgu minuttir til longdar og sum kann síggjast her. 78-ára gamli fyrrverandi senatorurin og varaforsetin verður áleið klokkan 17 føroyska tíð svorin í eið sum forseti nummar 46 og sum tann elsti nakrantíð. Biden verður innsettur frammanfyri US Capitol í Washington DC. Orsakaða av koronustøðuni og av ófriðinum fyri tveimum vikum síðani, verður tiltakið minni í vavi enn vant. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder