2021-01-22 08:50
Seinnapartin í gjár var eitt flogfar á veg til Billund rakt av snarljósi. Tað váttar stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, fyri VP.fo.
Hetta hevði við sær, at flogfarið má verða standandi í Billund, meðan tað verður kannað, og sluppu ferðafólkini, sum skuldu úr Billund, sostatt ikki av stað í gjár, men hesi verða flogin heim fyrrapartin.
Sambært skránni hjá Vága Floghavn lendir eitt flogfar úr Billund eftir ætlan fyrrapartin klokkan 10.35.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald