placeholder
Mentan

Hví er kongur hægri enn dama? - Hollendingur gjørt kynsneutral kort

Kongur, dama og drongur er blivið til gull, silvur og bronsu – Sjálvt ein evarska lítil mismunur sum hesin hevur ávirkan á gerandisdagin hjá fólki, heldur 23 ára gamla Indy Mellink

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2021-01-22 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í flestum kortspølum er kongurin hægri enn daman, men hví er tað?

Hendan spurningin setti 23 ára gamla hollendska Indy Mellink seg sjálva í fjør, og síðani gjørdi hon av at broyta hetta.

Sjálvt ein evarska lítil mismunur sum hesin hevur ávirkan á gerandisdagin hjá fólki, tí hetta er bert ein annar máti at siga, at ein er minni verd, sigur hon sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað hevur eydnast henni at sniðgeva eitt kynsneutralt kortspæl, har kongur, dama og drongur eru skift út við gull, silvur og bronsu.

[object Object](Mynd: Reuters)

Tá familja og vinfólk øll høvdu ognað sær nýggju kortini, byrjaði Indy Mellink at selja tey á netinum, og uppá bert fáar mánaðir hevur hon selt umleið 1.500 kortspøl til m.a. Belgia, Týskland, Frakland og USA. Fleiri spælihandlar hava eisini víst hesum áhuga.

Tað er gott, at hava hetta í huga, men tað hevði verið torført at skift kortini út í almennum kappingum, tí tað hevði kravt eina broyting av reglunum, sigur Berit Van Dobbenburgh, forkvinna í hollendska bridgesambandinum.

Ein annar limur í hollendska bridgesambandinum, Hans Kelder, sigur seg tó ongantíð hava hoyrt um nakran, sum heldur damuna og drongin vera minni verd enn ein kongur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder