Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Talið á smittaðum og frískum stendur í stað – 272 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2021-01-22 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð eingin staðfestur postivur fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Talið á persónum, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, er sostatt framvegis 652, og talið á persónum, sum eru staðfestir frískir aftur er eisini framvegis 644. Sostatt eru framvegis sjey positiv eftir í Føroyum. Ein persónur er deyður við smittuni í Føroyum.

Í gjár vórðu 272 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 217.483 kanningar nú gjørdar í Føroyum

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 27 eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder