Innanlands

Varðhaldsfongslaðir fyri hóttanir, harðskap og burturflyting

Fýra menn eru millum annað skuldsettir fyri at hava hótt við at drepa dóttir

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-22 19:13 Author image
Steinar Patursson
placeholder

Fýra menn vórðu í Føroya rætti í dag varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvør.

Ákærin vildi hava menninar varðhaldsfongslaðar í sambandi við eitt mál um rúsevni, harðskap, hóttanir og burturflyting, ella "frihedsberøvelse", sum tað verður kallað í revsilógini.

Talan er um tríggjar føroyingar, sum eru 23, 24 og 28 ára gamlir, umframt ein 46 ára gamlan danskara.

Tveir av føroyingunum, teir 23 og 24 ára gomlu, sita frammanundan varðhaldsfongslaðir fyri onnur mál, sum koyra í løtuni.

Allir tríggir føroyingarnir vórðu í einum viðurskifti skuldsettir fyri tann 20. desember í fjør at hava noytt ein mann inn í ein bil á Argjum, har teir síðani koyrdu við manninum niðan á Villingardalsvegin og hóttu mannin eftir pengum.

Ákærin førdi fram, at teir tríggir høvdu sligið mannin og gjørt honum greitt, at hann skyldaði teimum 100.000 krónur.

– Nær helviti kemur tú við pengunum, høvdu menninir sambært ákæranum sagt, og harumframt høvdu teir hótt mannin við, at lat hann teimum ikki pengarnar, so skuldu teir "knúsa" ella drepa dóttir og familju hansara.

Eisini eru teir tríggir saman við 46 ára gamla danskaranum skuldsettir fyri 8. januar í ár at vera komnir fram á ein bil við Sjósavnið á Argjum, har hesin sami maðurin sat við einum øðrum manni, og har teir fýra í felag høvdu framt harðskap og hóttanir móti manninum aftur.

Ákærin vildi vera við, at teir høvdu tikið tann fyrra mannin úr bilinum, koyrt ein posa yvir høvd hansara, bundið hendurnar saman við stripsum, sum javnan vórðu strammað, soleiðis at maðurin fekk ilt, og bukað mannin.

Eisini segði ákærin, at maðurin hevði fingið okkurt kalt móti barkanum, ið hann metti vera ein knív. Hesa ferð fekk maðurin at vita, at hann skyldaði teimum 300.000 krónur.

Ákærin vísti á, at tann 46 ára gamli danskarin hevði eisini roynt at drigið hin mannin úr bilinum, men at hetta var ikki eydnast.

Harumframt er ein av føroyingunum eisini skuldsettur fyri í tveimum førum, í august og september í 2020, at hava hótt mannin umvegis appuna Wickr, har maðurin varð biðin um ávíkavist 75.000 krónur og 100.000 krónur, annars skuldu teir gera av við dótrina hjá manninum. Maðurin hevði í báðum førum latið smærri, men munandi, upphæddir til menninar.

Orsakað av koronustøðuni vóru bert tveir menn inni í rættinum í senn, og grundlógaravhoyrið tók tí eisini allan seinnapartin.

Ákærin vildi hava dyrnar stongdar til grundlógaravhoyrið, tí mett verður, at fleiri partar eru í málinum. Verjarnir høvdu einki at siga til tað, og dómarin líkaði tí ákæranum, og miðlafólkini vórðu koyrd útum, eftir at ákærurnar vórðu lisnar upp.

Dómarin metti, at talan var um grundaðan illgruna, og tí vórðu allir menninir varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder