Uttanlands

Umhugsa at herða ferðaavmarkingar

Mánadagin fara bretskir ráðharrar at umrøða møguleikan at herða ferðaavmarkingarnar – Tosað verður m.a. um, at tað kann gerast krav, at ferðandi skulu í sóttarhald á gistingarhúsi

Heathrow Airport (Mynd: EPA)

Heathrow Airport (Mynd: EPA)

2021-01-23 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin fara bretskir ráðharrar at umrøða møguleikan at herða ferðaavmarkingarnar.

Seinastu vikurnar hevur verið krav, at ferðafólk skulu vísa á eina negativa koronaroynd, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at sleppa inn í landið. Seinastu vikuna hevur eisini verið krav, at øll skulu í sóttarhald í í minsta lagi 10 dagar.

Tey einastu, sum sleppa undan hesum krøvum eru børn undir 11 ár, ferðandi úr Írlandi, Ermarsundsoyggjunum, Isle of Man, Falklandsoyggjunum, Ascension Island og Sankta Helena. Eisini lastbilførarar og starvsfólk á altjóða tok- og sjóleiðum sleppa undan.

Sambært tíðindastovuni Reuters verður nú m.a. umhugsað at krevja, at øll ferðafólk skulu vera í sóttarhaldi á gistingarhúsi, eitt uppihald, sum tey sjálvi skulu gjalda fyri.

Fleiri halda ikki, at nóg mikið verður gjørt fyri at tryggja, at ferðafólkini fara í sóttarhald hesar 10 dagarnar, sum krav er, og tí verður eitt uppihald á gistingarhúsi sæð sum ein møguleiki.

Reglurnar eru ymiskar í teimum ymisku londunum í Stórabretlandi; Onglandi, Wales, Norðurírlandi og Skotlandi, men eitt nú ber til at stytta sóttarhaldstíðina í Onglandi, um mann verður staðfestur negativur fyri korona eftir kanning fimm dagar eftir komu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder