Innanlands

Rendi á annan bil

Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp omanfyri Syðrugøtu – Ein bilur fekk eitt sindur av skaða, og førarin varð sendur á sjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2021-01-23 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum seks í gjár ávaraði løgreglan um hálku, og heitti hon tí á bilførarar um at vísa varsemi í ferðsluni.

Hetta var eftir at eitt ferðsluóhapp var hent á landsvegnum omanfyri Syðrugøtu.

Talan var um ein bil, sum ikki megnaði at bremsa, áðrenn hann rendi á endan av einum øðrum bili, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Aftasti bilurin fekk nakað av skaða, og førarin varð eisini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vaktleiðarin sigur, at hann ikki kennir støðuna hjá føraranum men at senda fólk til kanningar aftaná eitt ferðsluóhapp fyri at binda um heilan fingur er púra vanlig mannagongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder