Innanlands

Stýrið fyri Roðan hevur skipað seg

Á fundi hósdagin var Tórbjørn Jacobsen valdur til formann, og Artur Johansen valdur til næstformann

Stýrið fyri Roðan

Stýrið fyri Roðan

2021-01-23 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fundi hósdag seinnapart varð nývalda stýrið fyri Roðan skipað.

Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu.

Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Harumframt eigur Roðin bygningin, har sum barnaverndin hjá somu kommunum heldur til, - í húsunum sum fyrr var Vistarheimið á Mýrunum.

Stýrið, ið er valt at sita fyri Roðanum komandi fýra árini er:

  • Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna.
  • Artur Johansen, Sjóvar kommuna.
  • Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna.
  • Súni í Hjøllum, Nes kommuna.
  • Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna.
  • Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna.
  • Kaja Joensen, Runavíkar kommuna.
  • Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna.
  • Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna.

Stýrið skipaði seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Dagligur leiðari er Jóngerð Guttesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder