Innanlands

249 fólk koppsett í gjár

Tilsamans eru nú 2912 føroyingar koppsettir fyri koronu. Tað eru umleið 5,5 prosent av øllum føroyingum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-01-23 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár vórðu 249 fólk koppsett. Tilsamans eru nú 2912 føroyingar koppsettir fyri koronu.

Nýggj sending við koppingarevni kom til Føroya hósdagin, og í gjár varð koppsetingin so tikin uppaftur.

Tað varð koppsett á Sandoynni, í Havn og í Klaksvík. Tað vóru fyrst og fremst búfólk, ið vórðu koppsett, men eisini nøkur røktarstarvsfólk og fólk í serligum vandabólkum.

Umleið 5,5 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder