Innanlands

– Sum sild í tunnu

Aftur í nátt vóru nógv fólk í býnum, og tilmælini um frástøðu vórðu ikki hildin, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-24 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skeinkistøðini aftur sleppa at hava opið sum vanligt, hevur aftur nógv lív verið í býnum í Havn í nátt.

Náttarlívið hetta vikuskiftið hevur verið sum tað var áðrenn korona, við nógvum fólkum í býnum og fullum skeinkistøðum, sum hava opið til klokkan fýra.

Løgreglan hevur verið runt og vitjað skeinkistøðini, og greitt varð, at tilmælini um frástøðu als ikki verða hildin í náttarlívinum. Fólk stóðu sum sild í tunnu, verður upplýst av politistøðini.

Men talan er bert um tilmæli, og løgreglan fær tí einki gjørt við hetta. Hóast nógv fólk vóru í býnum, var náttin stak friðarlig, leggur vakthavandi á politistøðini afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder