Mentan

Tarnakympandi Klovn kemur við nýggjum í summar

Upptøkurnar til nýtt Klovn umfar á TV2, eru farnar í gongd

2021-01-26 20:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í summar verður sendirøðin Klovn aftur at síggja. Casper Christensen og Frank Hvam eru farnir í holt við upptøkurnar til nýtt umfar av røðini, sum verður tøk á TV2 Play í summar.

Hesum boðar TV2 frá í tíðindaskrivi.

Seinastu árini hava teir útgivið sjey umfør av røðini og tríggjar filmar, og høvdu boðað frá, at teir ikki fóru at gera meira Klovn-tilfar.

“Klovn The Final” varð sýndur í biografunum síðsta vár, men mátti takast av skránni orsakað av koronastøðuni í Danmark. Millum annað tí venda teir aftur.

Tað var í 2005, at hyggjararnir á fyrsta sinni kunnu síggja tarnakrympandi støðurnar hjá Caspar og Frank, og í tíðindaskrivi verður boðað frá, at gomlu kenningarnir frá undanfarnu Klovn-filmunum og røðunum verða við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder