Innanlands

Djóni Joensen verður nýggjur kommunulækni í Vágunum

Hann tekur við 1. apríl, og harvið verða bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað. Djóni hevur seinastu tíggju árini verið kommunulækni í Vestmanna

Djóni S. Joensen saman við Halli Hanssyni til landsliðsvenjing á Malta í 2019. Kommunulæknin hevur seinastu árini virkað sum ein av læknunum hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)

Djóni S. Joensen saman við Halli Hanssyni til landsliðsvenjing á Malta í 2019. Kommunulæknin hevur seinastu árini virkað sum ein av læknunum hjá FSF (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-27 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsutrygd skrivar á heimasíðu sínari, at 1. apríl tekur Djóni S. Joensen við starvi sum kommunulækni í Vága læknadømi, og við hesum eru bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað

- Djóni S. Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2003 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann gjørdist serlækni i almennum medisini í 2011, tá hann eisini tók við starvi sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi. Hetta starvið hevur hann røkt síðan nú hann flytur til Vága læknadømi.

Djóni er búsitandi í Miðvági. Hann hevur millum annað eisini verið við A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti sum lækni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder