Innanlands

Tað gongur ógvusliga fyri seg í rúsevnisumhvørvinum

Ísland verður brúkt sum fyrimynd, nú landsstýrismaðurin er farin í holt við at fáa bast hørðu rúsevnunum millum ung

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kaj Leo Holm Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-27 15:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi eina áheitan frá landsstýrinum til tey ungu í dag: Haldið tykkum langt vekk frá rúsevnum, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, á tingsins røðara palli seinnapartin, tá hann svaraði skrivligum spurningi frá Brandi Sandoy um rúsevni.

Landsstýrismaðurin nevndi, at ein arbeiðsbólkur er komin við 32 uppskotum um hvat kann gerast fyri at fáa bilbugt við hesum.

Hann sigur, at neyðugu pengarnir skulu setast av, so hetta kann avmarkast.

- Vit hava eina ábyrgd at organisera hetta her, og seta inn við resursum, so vit kunnu minka um talið á hesum. Millum annað við tollarum og hundum á flogvøllinum hvørjaferð eitt flogfar lendir í Vágum.

Tað er á fleiri frontum, at tað skal setast inn. Eitt av tí er fyribyrging og upplýsing til føroyskan ungdóm, sigur landsstýrismaðurin.

- Um eg verði tikin við 2,3 kilo av rúsevni, so skal ikki nógv til at hugsa, at eg skyldi eina stóra nøgd av pengum til ein ella annan. Og tað er altso ikki til ein banka. Um eg skyldi til teir, sum eg skuldi selt rúsevni fyri, so eru heilt aðrar treytir galdandi, sigur hann.

- Og tað havi eg fingið staðfest seinastu dagarnar, hvussu ógvusligt tað kann ganga fyri seg.

Hann sipar til, rúsevnismálini, sum hava verið í Føroya rætti seinastu tíðina, har menn eru ákærdir fyri harðskap, hóttanir og burturflyting av fólki.

Kaj Leo Holm Johannsen sigur eisini, at løgreglan hevur upplýst fyri sær, at arbeitt verður við einum máli, har hørð ólóglig rúsevni eru ella hava verið framleidd í Føroyum.

Landsstýrismaðurin greiðir frá, at ætlanin er at seta eitt landsumfevnandi átak í verk, sum skal basa nýtsluni av rúsevni millum ung. Ísland verður brúkt sum fyrimynd, har tað millum annað er forboðið hjá ungdómi at ganga úti um næturnar.

Orðaskifti er í løgtinginum seinnapartin um hendan skrivliga fyrispurningin, og nógv hava biðið um orðið. Fylg við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder