Uttanlands

USA ber ótta fyri trygdini hjá Navalnyj

Umhugsar at seta tiltøk í verk, sigur nýggi uttanríkisráðharrin

Albrynjað løgreglufólk koma út úr íbúðini hjá Navalnyj eftir at hava rannsakað hana (Mynd: EPA)

Albrynjað løgreglufólk koma út úr íbúðini hjá Navalnyj eftir at hava rannsakað hana (Mynd: EPA)

2021-01-28 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA harmast um russiska andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, ið varð handtikin í Russlandi fyri næstan tveimum vikum síðani.

Tað sigur nýggi uttanríkisráðharrin í USA, Antony Blinken, sum í gjár helt sín fyrsta fund við tíðindafólkum eftir at hann byrjaði í embætinum.

Ráðharrin segði, at amerikanska stjórnin umhugsar at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi fyri at mótmæla handtøkuni.

[object Object]
Antony Blinken (Mynd: EPA)

- Vit bera ótta fyri trygdini hjá Navalnyj, og óttin er at rødd hansara skal tagna, tí hann tosar vegna nógvar russar, og rødd hansara eigur at vera hoyrd heldur enn kúgað, segði Blinken.

Útsøgnin kom sama dag, sum tíðindi bórust um, at russiska løgreglan handtók beiggja Aleksej Navalnyj, Oleg Navalnyj.

Hetta hendi í sambandi við at løgreglan rannsakaði fleiri íbúðir og skrivstovur, ið verða sett í samband við andstøðuleiðaran og viðhaldsfólk hansara, skrivar Ritzau.

Aftur komandi vikuskiftið er boðað frá stórum mótmælisgongum móti fongslingini av Navalnyj. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder