Uttanlands

Sendir inntøkurnar til vælgerandi endamál

Bernie Sanders upplivir stóran eftirspurning eftir troyggjunum við ikonisku myndini

2021-01-28 10:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndin av Bernie Sanders í stórum vøttum hevur vunni yvir 10 milliónir krónur upp á fáar dagar. 79 ára gamli senatorurin úr Vermont boðar nú frá, at inntøiurnar verða givnar víðari til vælgerðandi tiltøk í heimstatinum.

Myndin av senatorinum, sum kulsaði i stórum ullvøttum meðan Joe Biden varð innsettur sum forseti í Washington, fór um allan heimin – gjørdist viral.

Og Bernie Sanders var skjótur, og brúkti myndina til at prenta á eitt nú hettutroyggjur og t-troyggjur. Troyggjurnar vórðu settar til sølu á heimasíðu hansara https://store.berniesanders.com/collections/products

Og sølan gekk sum heitt breyð. Fyrsta sendingin av “Chairman Sanders”-troyggjunum varð seld eftir eina lítla løtu, og í løtuni er umleið ein vika bíðitíð hjá teimum, sum vilja bíleggja.

Pengarnir verða millum annað brúktir at stulða einum átaki, Meals on Wheels, ið koyrir mat út til fólk og til eitt heim, ið hjálpir familjum, ið treingja.

Tað er ein lærarinna í Vermond, Jan Ellis, ið hevur bundið vøtturnar. Tær eru gjørdsr úr endurnýttum troyggjum og fleece, ið er gjørt úr endurnýttum plastfløskum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder