Innanlands

Eingin smittutilburður í gjár

Framvegis átta fólk smittað

2021-01-28 12:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað eru sostatt framhaldandi átta persónar smittaðir í løtuni.

506 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Í alt eru nú 220.166 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 645 persónar staðfestir frískir aftur.

Ein persónur er innlagdur orsaka av korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder