Innanlands

- Tíðin búgvin at leita eftir onkrum øðrum

- Turið F. Arge eigur heiðurin fyri, at BankNordik nú kann avhenda vælvirkandi partin í Danmark, sigur Árni Ellefsen, forstjóri

2021-02-03 12:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Seinastu tíggju árini havi eg brúkt nógv tað mesta av míni tíð við at arbeiða við kundum okkara í Danmark. Nú BankNordik hevur gjørt avtalu um at selja alt virksemi í Danmark, helt eg, at tíðin var búgvin til at gera upp við meg sjálva, um eg ikki skal fara at leita eftir onkrum øðrum.

Soleiðis sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik, um avgerðina um at gevast í bankanum. 1. apríl er hon ikki longur partur av leiðsluni í stóra føroyska bankanum.

Turið er 38 ára gomul, og hevur verið í starvi í bankanum í 14 ár. Sum rakstrarleiðari síðan september 2017, hevur hon havt ábyrgdina av privatkundamarknaðinum hjá bankanum, bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Hartil hevur søla og marknaðarføring og íløguparturin eisini verið ein partur av hennara ábyrgdarøki.

- Men tað er privatkundarøkt, sum hevur fylt mest, og tá vit bara hava havt privatkundar í Danmark, so hevur Danmark natúrliga eisini fylt nógv. Serliga hesa seinastu tíðina, sigur Turið F. Arge.

Árni Ellefsen, forstjóri, harmast um avgerðina hjá Turið F. Arge um at gevast í samtakinum.

- Tað, at vit nú kunnu avhenda ein væl fungerandi banka í Danmark, er prógv um at Turið hevur gjørt eitt stórt og dygdargott arbeiði sum rakstrarstjóri í BankNordik. Turið hevur eisini verið ein markantur persónur í føroysku banka- og fíggjarverðini, ið hevur havt stóran týdning fyri okkum, sigur Árni Ellefsen.

Bank Nordik fer ikki út at søkja eftir nýggjum rakstrarstjóra beinanvegin.

- Vit hava kunnað um støðuna innanhýsis í bankanum, og gjørt eina ætlan fyri, hvussu avhendanin av okkara danska parti skal fara fram. Tá tað er komið upp á pláss fara vit at hyggja nærri eftir, hvussu vit fara at skipa okkum í leiðsluni, sigur Árni Ellefsen.

Turið F. Arge verður sostatt partur av leiðsluni í tveir mánaðir afturat.

- Eg fari at brúka hesa tíðina, sum eg havi eftir í bankanum, til at tilrættisleggja hvussu mín leiklutur og uppgávur verða førd víðari til tann, ið skal taka yvir. Fyrr enn eg eri liðug við tað, fari eg ikki at hyggja eftir øðrum arbeiði, sigur Turið F. Arge.

Turið Finnbogadóttir Arge er upprunaliga útbúgvin innan HD á Handilsháskúlanum í Aarhus. Áðrenn hon byrjaði í BankNordik, arbeiddi hon í telefyritøkuni Kall/Vodafone og áðrenn tað í fyritøkuni hjá familjuni, Pf. Meinhardt Arge.

 

placeholder
placeholder