Innanlands

Donsk semja um radara á Sornfelli

Høgni Hoydal í øðini inn á danskar ætlanir um at gera Føroyar til bumbumál í hernaðarpolitiskum talvi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-10 16:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein hernaðarradari í Føroyum er partur av eini umfatandi danskari verjusemju fyri Arktis, sum er gjørd á Fólkatingi í dag. Tað veit TV2 at siga frá ónevndum keldum.

Sum skilst, so fer danska stjórnin á tíðindafundi í morgin at greiða nærri frá verjuavtaluni fyri Arktis. Hálvonnur milliard krónur eru avsettar til endamálið, skrivar TV2.

Tíðindini fingu øði í formannin í Tjóðveldi, Høgna Hoydal, sum nýtti høvið til at seta løgmanni spurning hesum viðvíkjandi á løgtingi í dag.

Høgni Hoydal hevur eisini viðmerkt tíðindini á sosialu miðlunum í dag:

“So fingu vit – Føroya fólk – boð um umvegis fjølmiðlarnar at Danmark skal seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli. Vit verða brúkt sum finnur í einum hernaðarpolitiskum talvi hjá dønum og øðrum tjóðum og kunnu gerast bumbumál. Okkara viðurskifti við onnur lond – og okkara samráðingarstøða í týdningarmiklum málum – verða undirgrivin”, skrivar formaður Tjóðveldis millum annað í eini dagføring á Facebook

Løgmaður: Bara í samráð við føroyingar
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vissaði á løgtingi í dag Høgna Hoydal um, at tað verður ongin radari settur upp uttan í semju við føroyingar.

Hann kundi ikki svara um ítøkiliga málið, sum er komið fram í donskum miðlum í dag, tí hetta eru óváttað tíðindi, men løgmaður hevur eisini skilt, at innihaldið í semjuni verður almannakunngjørt á tíðindafundi í morgin.

Løgmaður greiddi tinginum frá, at tað at danir eru áhugaðir í at seta upp ein radara á Sornfelli ikki er nakað nýtt. Tað hava vit vitað leingi, og danska verjumálaráðkvinnan, Trine Bramsen, og føroyski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, hava eisini fundast um hetta mál.

Løgmaður fekk tað eisini at ljóða, at tað neyvan verður nakar trupulleiki hjá dønum at fáa loyvi at seta radaran upp.

- Tað skal ikki vera nakar ivi um, at vit hernaðarliga hoyra til vesturheimin, segði Bárður á Steig Nielsen.

Hann væntar, at løgtingsins uttanlandsnevnd mikudagin ella hósdagin í komandi viku verður nærri kunnað um júst hetta málið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder