Innanlands

Íslendski aðalkonsulin á kurteisvitjan

Tórshavnar kommuna hevur eitt gott samstarv og langt vinalag við Ísland og serliga Reykjavík

Benedikt Jónsson tók við starvinum í oktober 2019 - her saman við Heðini Mortensen í morgun (Mynd: torshavn.fo)

Benedikt Jónsson tók við starvinum í oktober 2019 - her saman við Heðini Mortensen í morgun (Mynd: torshavn.fo)

2021-02-16 20:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aðalkonsul Íslands í Føroyum tók við starvinum í oktober 2019. Hann hevur starvast í íslendsku uttanríkistænastuni síðani fyrst í áttatiárunum. Áðrenn Benedikt kom til Føroya, var hann í Keypmannahavn. Hann hevur eisini umboðað land sítt í Moskva, Paris, ST og London. Haraftrat hevur hann eisini havt uppgávur heima í Reykjavík.

Tórshavnar kommuna hevur eitt gott samstarv og langt vinalag við Ísland og serliga Reykjavík, og fyrrapartin var íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Benedikt Jónsson, á kurteisvitjan á Vaglinum og heilsaði uppá borgarstjóran, Heðin Mortensen.

Saman við Reykjavík og Nuuk er Havnin við í einum felagsgrunni, sum letur stuðul til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra.

Triðja hvørt ár er sluppin, Westward Ho, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu, við á Hátíð Havsins. Hetta er stóra sjómannahátíðin í Reykjavík. Hátíðin verður hildin fyrst í juni á hvørjum ári. Tá er Tórshavnar kommuna eisini umboðað. Á mangan hátt hava føroyingar og íslendingar felags søgu og lagnu. Ein partur av Hátíð Havsins hevur verið eitt minningarhald teirra sjólátnu, har borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur lagt krans vegna allar føroyingar.  

Á hvørjum ári fær Havnin eisini jólatræ sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. Træið verður tendrað á Vaglinum, tá ið jólabýurin tendrar seinasta leygardag í novembur. Vanligt er, at ein býráðslimur úr Reykjavík er við til hesa løtuna.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder