Mentan

Pólskur filmsframleiðari lýsir Føroyar undir fyrstu koronabylgju

Sí heimildarfilmin, sum Kuba Witek gjørdi, tá hann var fastur í Føroyum á vári í 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-02-21 14:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðsta vikuskiftið gjørdist nýggjur heimildarfilmur um Føroyar tøkur á YouTube. Filmurin, ið varð tikin upp á vári í fjør, lýsir støðuna í Føroyum undir fyrstu koronabylgju, og ber heitið "Together in Isolation: The Lockdown of the Faroe Islands”.

Tað er pólski filmsframleiðaranum Jakub Witek, vanliga nevndur Kuba, sum hevur framleitt heimildarfilmin.

Kuba Witek gjørdist fastur í Føroyum, tá landamørkini lótu aftur í mars. Hann setti sær fyri at gera sær dælt av allari frítíðini, hann brádliga hevði fingið, og úrslitið sæst omanfyri.

Kuba Witek hevur áður greitt frá, at tá hann hevði vant seg við nýggju støðuna við korona, byrjaði hann at ganga túrar regluliga í Føroyum, har hann legði til merkis, hvussu føroyingar handfóru nýggju støðuna.

Møguleikarnir fyri at fara úr heiminum vóru sera avmarkaðar í Póllandi, og helt hann tað tí vera býtt ikki at gera sær dælt av, at hann var staddur í einum so vøkrum staði uttan forboð og avmarkingar.

Hann brúkti fýra mánaðir uppá at framleiða filmin, og gjørdi hann í alt 18 samrøður í hesum sambandi. M.a. tosaði hann við Kristinu Háfoss, Debes Christiansen, Marjun Lómaklett, Shahin Gaini, og Livar Nysted.

Kuba Witek hevur framleitt fleiri filmar í Norðurlondum, m.a. Filmin “FAROE WAY: The Art of Survival in the Faroe Islands”.

Meira um søguna handan filmin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder