Innanlands

Elding Business letur upp nýggjan handil

Nú letur Elding Business upp nýtt framsýningarhøli í Smiðjugerði 3

2021-02-22 13:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnudeildin hjá Elding, Elding Business, letur upp nýtt framsýningarhøli í Smiðjugerði 3 í Havn, týsdagin kl. 12, har tað eisini verður gjørligt at keypa vørur.

Seinastu 25 árini hevur Elding Business, fyrr nevnt Elding Vinnuveitan, selt alskyns loysnir til føroyska vinnulívið – alt frá stórkøkum til vaskarí, og hvítvørur til skipaflotan.

Alt virksemið er áður farið fram á Hoyvíksvegi 65 í Havn, har ið Elding Elrisin heldur til, men vegna vaksandi virksemi, letur Elding Business upp nýtt framsýningarhøli í Smiðjugerði 3. Eisini flytur hvítvøruverkstaðið hjá Elding við út á sama bústað. Í dag eru 15 fólk knýtt at Elding Business og hvítvøruverkstaðnum.

Umframt at nýggja framsýningarhølið verður latið upp, fer nýggj heimasíða eisini í luftina. Á heimasíðuni ber til at síggja alt vøruúrvalið, ið Elding Business bjóðar. Eisini verður tað gjørligt at stovna egnan vinnubrúkara, sum kann nýtast til at keypa beinleiðis á netinum.

Elding Business umboðar millum annað hesi vørumerkir: Miele Professional, Electrolux Professional, Hoonved, Lainox v.m.

Elding Business er heildarveitari til stórkøkar, vaskarí, hvítvørur til skipaflotan, og kann harafturat eisini veita alkyns tilhoyr, til líknandi verkætlanir, sum t.d. gjaldsskipanir, sápu, pappír v.m.

Í nýggja framsýningarhølinum í Smiðjugerði 3 ber eisini til at síggja køksbúnýti, pakkitilfar til matvørur, køksmaskinur, borðbúna, kaffimaskinur og mangt annað. Starvsfólkini hjá Elding Business hava drúgvar royndir til at vegleiða og ráðgeva, fyri at finna røttu loysnina.

Vitja okkara framsýningarhølið í Smiðjugerði 3, týsdagin kl. 12.

placeholder
placeholder