Uttanlands

Minningarhald fyri 500.000 deyðum

Joe Biden hevur givið boð um at flagga í hálvari stong í fimm dagar. Í gjár fór talið av deyðum orsaka av covid-19 upp um hálva millión

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-23 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var ein dapur merkisdagur í USA, tá talið av deyðum við covid-19 rundaði eina hálva millión.

Í hesum sambandi hevur Joe Biden givið boð um, at allir almennir bygningar í landinum skulu flagga á hálvari stong í fimm dagar fyri at minnast dey nógvu deyðu.

Mánakvøldið var ein minnisløta, har forsetin og varaforsetin tendraðu ljós og hildu eina løtu í kvirru fyri at minnast tey deyðu.

- Í dag markera vit ein veruliga dapurt vegamót – 500.071 deyð. Sum tjóð kunnu vit vit ikki góðtaka eina so stranga lagnu, segði Biden millum annað.

Forsetin vísti á, at talið nú er hægri enn talið av amerikanskum herfólkum, sum doyðu í teimum báðum heimskríggjunum og Vjetnam krígnum tilsamans.

Saman við Hamala Harris, varaforseta, og hjúnafeløgunum hildu tey tøgn eina løgu framman fyri teimum 500 kertuljósunum, ið vórðu tendrað á trappunum til forsetaíbúðina.

Eitt hernaðarorkestur spældi síðan sálmin "Amazing Grace", og aðra staðni í Washington D.C. ringdu klokkurnar í National Cathedral 500 sløg, eitt slag fyri hvørji túsund, ið hava latið lív undir farsóttini.

Joe Biden, forseti, nýtti høvið til enn einaferð at heita á landsfólk síni um framhaldandi at bera munnbind, halda frástøðu og taka av tilboðnum um koppseting, tá teirra túrur kemur.

- Vit skulu berjast móti hesum saman sum eitt fólk, segði Biden. 

placeholder
placeholder