Uttanlands

Nasa við filmsupptøkum av Mars-lendingini og ljóði av gongustjørnuni

Hvussu ljóðar tað á Mars? Perseverance hevur sent ljóðupptøkur niður á Jørðina

2021-02-23 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nasa hevur kunngjørt video frá upptøkutólum á serstaka mars-bilinum Perseverance og lendingartólinum, og nú sæst hvussu hugtakandi lendingin á Mars síðsta hósdag gekk fyri seg.

Upptøkan byrjar 230 sekund eftir, at Perseverance byrjaði sína ferð niður gjøgnum atmosferuna á Mars, og endar við sjálvari lendingini. Sí omanfyri.

Umframt hetta hevur Nasa eisini lagt ljóðupptøkur á netið, so vit her á Jørðini hoyra, hvussu tað ljóðar á Mars. Og burtursæð frá eitt sindur av vindi, er einki at hoyra á upptøkunum. Hesar upptøkur hoyrast niðanfyri.

placeholder
placeholder