placeholder
Innanlands

Eru byrjað at hava sunnudagsskúla í Skálavík aftur

- Vit eru sera heppin her í Skálavík at eiga so nógvar megnar kvinnur, sum ikki eru bangnar fyri at fara til verka, sigur Poul Jákup Thomsen við heimasíðuna hjá Trúboðanum

Mammur í bygdini hava átikið sær at skipa fyri sunnudagsskúlaarbeiðinum (Mynd: trubodin.fo)

Mammur í bygdini hava átikið sær at skipa fyri sunnudagsskúlaarbeiðinum (Mynd: trubodin.fo)

2021-02-24 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagsskúli hevur ikki verið í eina tíð í Skálavík. Í fjør var ætlanin at byrja aftur, men koronufarsóttin broytti hetta. Júst farna sunnudag eydnaðist tó at koma í gongd aftur. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Poul Jákup Thomsen, sum er formaður í Missiónshúsinum, sigur, at tað er ein góð kensla, at tað er hepnast, og greiðir frá, at Missiónshúsið bjóðaði øllum mammunum í bygdini til fundar, og hava mammurnar síðai átikið sær at skipa fyri Sunnudagsskúlaarbeiðinum. 

- Vit eru sera heppin her í Skálavík, at eiga so nógvar megnar kvinnur, sum ikki eru bangnar fyri at fara til verka. Hesar kvinnurnar fara heilt vist at økja um trivnaðin í bygdini komandi árini

Við Trúboðan sigur formaðurin eisini, at annað nýtt virksemi er nú sett í gongd - millum annað var fyrsta føstuguðstænasta á skránni í gjárkvøldið, og aftaná vóru turrur fiskur, eplir, spik, kaffi og køkur at fáa í missiónshúsinum, og soleiðis verður komandi mánaðan. Eisini vera fyrilestrar um Ísrael á skránni eftir páskir, og í høvuðsheitinum hevur verið arbeitt við at fáa ymiskt virksemi upp at koyra, ið skuldi verið sett í gongd í fjør.

[object Object]Mynd frá sunnudagsskúlanum sunnudagin (Trúboðin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder