Innanlands

Magni Christiansen hevur útgávukonsert í Hoyvíkar kirkju í morgin

Tað er í samband við endurútgávuna av "Her glaður eg ferðist", har nøkur eykaløg eru á. Á konsertini fer Magni Christiansen at syngja sangir av teimum ymsu útgávunum

2021-02-24 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magni Christiansen hevur útgávukonsert í Hoyvíkar kirkju í morgin, hóskvøldið 25. februar

Sangarin hevur givið fløguna "Her glaður eg ferðist" út av nýggjum, og í tí sambandi hava nakrar konsertir verið í kirkjum kring landið.

Í mun til upprunaútgávuna eru fýra eykaløg, sum Magni hevur sungið á øðrum útgávum, og á konsertini í Hoyvíkar kirkju hóskvøldið fer Magni Christiansen at syngja sangir av teimum ymsu útgávunum.

Møguleiki verður eisini at ogna sær nýggju fløguna. Konsertin byrjar 
klokkan 20 í morgin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder