Innanlands

Løgmaður: Landsbankin hevur onga neyðuga funksjón í løtuni

Sær ongan trupulleika við óheftni í ætlanini hjá fíggjarmálaráðharranum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-02-24 12:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ætlanin hjá landsstýrismanninum er eitt kompromis, so at vit fáa eitt sindur av innihaldi í Landsbanka Føroya. Landsbankin hevur verið ein kastibløka hjá fleiri samgongum. Nú eru vit samd um at varðveita stovnin og ístaðin geva honumnum eitt innihald, so at nevndin í Landsbankanum eisini verður Búskaparráð.

- Tí sannleikin er, at Landsbanki Føroya ikki hevur nakra neyðuga funksjón í føroyska samfelagnum. At umsita ognirnar hjá landskassanum er fyrr gjørt av Gjaldstovuni, og at upptaka lán vegna landskassan krevur ikki meira enn eina telefonsamrøðu niður til Nordea Bank – tað nýtast vit ikki at hava ein serstakan stovn til taka sær av.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður millum annað, tá hann á Løgtingi í dag skuldi svara spurningi viðvíkjandi ætlanunum hjá Jørgen Niclasen, landsstýri við fíggjarmálum at umskipa Landsbankan, so at stýrið í framtíðini tekur á seg uppgávurnar hjá Búskaparráðnum, sum ístaðin verður niðurlagt.

Svaraði ikki spurninginum í fyrstu syftu
Tað, sum Aksel V. Johannesen spurdi løgmann um var, um hvussu verður við óheftninum og armslongdarprinsippinum, tá tað nú eftir ætlan verður landsstýrismaðurin einsamallur, sum skal velja stýrið fyri Landsbankan, sum eisini skal vera hansara fremsti ráðgevi á búskaparliga økinum.

Løgtingslimir undraðust stórliga yvir, at løgmaður ikki kom sær at svara tí, sum spurt varð um.

Aksel V. Johannessen vísti á, at tað er ein stórur trupulleiki, at landsstýrismaðurin nú sjálvur skal velja ráðið, og hann undraðist yvir, at hendan ætlan nú verður framd, hóast fleiri partar staðiliga mæla frá at farið verður frá armslongdarprinsippinum millum stýrið fyri Landsbankan og avvarðandi landsstýrismann.

Formaður Javnaðarfloksins eftirlýsti eisini, at Sambandsflokkurin gevur Fólkaflokkinum og serliga formanninum eitt sindur av mótspæli í staðin fyri bara at siga seg vera ósamdan í nøkrum av átøkunum hjá Jørgeni Niclasen og samstundis atkvøða fyri teimum.

Hesum vildi løgmaður ikki hava liggjandi á sær og segði Sambandsflokkin vera tann, sum “førir ann í samgonguni” uttan at koma nærri inn á hetta evni.

Hann brúkti eisini seinastu løtuna at koma inn á óheftnið.

Løgmaður segði, at samgongan er samd um at minka talið av nevndum, og at hetta er eitt av teimum átøkunum.

Viðvíkjandi óheftni sær løgmaður ikki nakran trupulleika, tí tað nú eru fleiri partar, sum koma við innstilling til limirnar í nevndini fyri landsbankan.

- Í staðin fyri, at tað bert var ein stovnur, Fróðskaparsetrið, ið tilnevnir fólkini til Búskaparráðið, verða tað fleiri partar umframt Fróðskaparsetrið, t.e. arbeiðsgevarafelagið, peningastovnarnir, búskapar- og løgfrøðingafelagið og grannskoðarafelagið, ið koma við innstillingum til landsstýrismannin, ið so velur tríggjar limir og tríggjar varalimir til nevndina fyri Landsbankan, segði løgmaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder