Innanlands

Lata Havnará upp frá sparikassanum oman á Vaglið

Lokið skal takast av ánni – fyri at betra um trivnaðin í miðbýnum. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið

(Modelmynd: torshavn.fo)

(Modelmynd: torshavn.fo)

2021-02-24 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú umleið seksti ár eftir at lok varð lagt oman á Havnará oman móti Vaglinum, er nú ætlanin at lata ánna uppaftur.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni í dag, at nú verður arbeitt við ætlanini um at lata ánna uppaftur, sum liður í ætlanini at betra um trivnaðin í býnum.

- At lata Havnará upp aftur er eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt býarrúm, hvørs líki annars ikki finst í miðbýnum longur, skrivar torshavn.fo.

Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan. Upprunaliga gekk Havnará frá Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin oman á Kongabrúnna.

Hóast áið neyvan nakrantíð verður latin upp aftur, verður tað nú mett ráðiligt at lata hana upp aftur frá grótbygninginum hjá núverandi Betri Banka og oman á Vaglið.

Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundi hóskvøldið. Mælt verður til at seta eina millión krónur av til endamálið. Pengarnir skulu brúkast til at lýsa verkætlanina og gera neyðugar kanningar, eins og umsitingin fær heimild at bjóða partar av verkætlanini út.

Bæði byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd og fíggjarnevndin taka undir við tilmælinum, sum verður lagt fyri býráðið hóskvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder