Uttanlands

Fleiri ristingar í íslendsku undirgrundini

Hava skrásett tveir skjálvtar oman fyri 3 í nátt

(Mynd: mbl.is)

(Mynd: mbl.is)

2021-02-25 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er framvegis stórt virksemi undir Íslandi. Í nátt eru tveir skjálvtar máldir oman fyri 3 á Richter-skalanum. Beint fyri klokkan hálvgun fýra í morgun var ein á 3,4. Miðdepilin var tveir kilometrar norðan fyri Krýsuvík, sum er eitt øki á Reykjarnesi, nakað sunnan fyri Hafnarfjørð.

Síðan fyrrapartin í gjár hava verið 57 skjálvtar oman fyri 3, skrivar Morgunblaðið.

Hin skjálvtin oman fyri 3 í nátt var stutt fyri klokkan eitt. Hann máldi 3,1 og merktist í Grindavík, skrivar blaðið.

Teir flestu skjálvtarnir sum síðan í gjár eru skrásettir, vóru í einum øki í ein útsynning úr Keilir, upplýsir Veðurstofa Íslands fyri Morgunblaðnum.

Í gjár vórðu tveir skjálvtar máldir, sum lógu oman fyri 5. Sterkasti skjálvtin var klokkan fimm minuttir yvir tíggju í gjár, tá ristingarmátarin fór upp á 5,7. 11 ferðir fór mátarin upp um 4 í gjár.

Myndugleikarnir í Íslandi ávara nú serliga móti skalva- og skriðulopum, tí okkurt bendir á at virksemið í íslendsku undirgrundini alsamt meira nærkast økjum, sum eru væl umtókt hjá íslendingum til uttandura virksemi. Mælt verður til at vísa stórt varðsemi, um ferðast verður í líðum og fjallalendi til dømis næhendis Esjan, Hengill, Ingólfsfjall, Vífisfelli, Halgafell og Keilir, skrivar Morgunblaðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder