Uttanlands

Avstralia: Facebook og Google skulu rinda

Nýggj lóg samtykt, ið krevur, at fjølmiðlarnir fáa part av inntøkuni, sum stóru kt-fyritøkurnar fáa fyri at víðarimiðla tíðindi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-25 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avstralska tjóðartingið hevur nú samtykt eina lóg, sum krevur, at stóru kt-fyritøkurnar skulu rinda fyri at brúka tilfar frá avstralskum tíðindamiðlum.

Harvið gerst Avstralia tað fyrsta landið, ið krevur gjald frá fyritøkum so sum Facebook og Google, um tær brúka innihald frá miðlunum í landinum á sínum pallum á netinum.

Málið hevur verið trý ár ávegis, og Google hevur nýtt høvi til at hótta við at forða brúkarum í Avstralia atgongd til teirra leitimaskinu.

Í farnu viku stongdi Facebook fyri øllum tíðindatilfari til avstralskar brúkarar. Eisini varð forðað avstralskum miðlum fyri at vísa sítt virksemi fyri brúkarum uttan fyri Avstralia.

Men eftir samráðingar hava Facebook og Google nú gjørt eina avtalu við avstralskar tíðindamiðlar, skrivar Reuters.

Júst hesar báðar fyritøkurnar hava verið høvuðsmálið fyri nýggju fyriskipanini.

Avstralska stjórnin sigur, at lógin skal tryggja, at miðlafyritøkur í landinum fáa eitt hóskandi gjald fyri kt-fyritøkurnar brúka tilfarið, tær framleiða.

Reuters skrivar, at avstralsku royndarnar nú helst verða fyrimynd, tá onnur lond, so sum Bretland og Kanada, fara at gera líknandi fyriskipanir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder