Innanlands

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini í Havn

Fríggjadagin var samkoma í Posthúskjallaranum í sambandi við starvsdagarnar hjá Brynhild Zachariassen og Mariu Simonsen

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-02-28 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart var ein lítil samkoma í Posthúskjallaranum í Havn í sambandi við, at Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen báðar hildu 25 ára starvsdag í barnatannrøktini.

Til staðar var m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum bar fram røðu og takkaði tær báðar fyri drúgva tænastu og gott samstarv, áðrenn hann handaði teimum gávu og blómur.

Brynhild Zachariassen hevur verið í starvi sum tannlækni í 25 ár, og Maria Simonsen hevur verið 25 ár í starvi sum hjálparfólk í barnatannrøktini.

Brynhild varð sett í starv sum tannlækni á Tannlæknastovuni í Tórshavnar kommunu í fleiri stigum.

Sum 28 ára gomul byrjaði hon í starvi hjá Hans Olaf Hansen, tannlækna í Klaksvík, og seinni avloysti hon Erling Simonsen – sum øll børn í Føroyum enn syngja um. Seinni varð hon set í avloysarastarv fyri Sigrid, sum tá var tannlæknastjóri í farloyvi. 1. januar í 2000 varð hon sett í fast starv á barnatannrøktini.

Maria Simonsen byrjaði í barnatannrøktini sum 26 ára gomul, og tað bleiv ein sannur fongur fyri øll, at hon kom at arbeiða har. Maria er ein trúgvur starvfelagi, ið stillisliga fær arbeiðið at glíða, segði borgarstjórin.

– Tá tit báðar hava starvast á sama staði í so mong ár - so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi góðan stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað fyrimyndarliga væl. Helst er tað bæði. 

– Tit eru øll partur av einum sera góðum toymi á Tannlæknastovuni, og tit munnu eiga tykkara stóra lut í, at Tannlæknastovan hevur so gott orð á sær millum havnarfólk og føroyingar, segði Heðin Mortensen.

Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her.

placeholder
placeholder