placeholder
Innanlands

Súkklari rendi á seyð – endaði á sjúkrahúsinum

Í Øravík fór ein bilur útav vegnum, og í Kollafjarðartunnlinum var ein tikin fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-28 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan skrásett fleiri ferðsluóhapp kring landið.

Tað fyrsta var um middagsleitið í gjár, tá ein bilførari í Havn ikki helt neyðugu frástøðuna og rendi í afturpartin á øðrum bili. Hetta fær viðkomandi eitt klipp í koyrikortið fyri.

Stutt fyri klokkan seks í gjárkvøldið var eisini eitt óhapp í Kaldbaksbotni, har ein súkklari rendi á ein seyð.

Súkklarin fekk ein so mikið harðan stoyt, at hjálmurin fór í knús, og tí varð hann koyrdur á sjúkrahúsið. Hvussu endaði við seyðinum veit løgreglan ikki at siga.

Um klokkan hálvgun tólv varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður í Kollafjarðartunnlinum. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum í Øravík.

Talan var um ein óroyndan bilførara, sum brast inn í ein lyktapela, og bilurin koppaði síðani á liðina.

Eingin persónsskaði stóðst tó av óhappinum, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder