Uttanlands

Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson góðkent í USA

ES fer at taka støðu til eina góðkenning av evninum um miðjan mars – Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson skarar framúr á tann hátt, at neyðugt bert er við einum skamti, og heldur ikki er neyðugt at goyma tað í eins nógvum kulda sum hini

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-02-28 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk koppingarevnið hjá Johnson & Johnson eina treytaða góðkenning frá amerikanska FDA (Food and Drug Adminsitration, red.).

Tað kom heldur ikki sum nakar skelkur, at FDA góðkendi koppingarevnið, eftir at ein nevnd av serfrøðingum fríggjadagin einmælt tók undir við at góðkenna evnið, sum nú er góðkent til persónar yvir 18 ár í USA.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur seg fegnast um góðkenningina av nýggja koppingarevninum, men hann ávarar tó ímóti, at støðan helst fer at gerast verri aftur, nú nýggj frábrigdi av covid-19 gera um seg. Eisini heitir hann á fólk um framvegis at taka tilmælini um frástøðu, munnbind og reinføri í álvara.

Tað var 4. februar, at Johnson & Johnson søktu um at eina skundgóðkenning av koppingarevni teirra.

Í mun til hini bæði koppingarevnini, sum eru góðkent til brúk í USA – hjá Pfizer/BioNTech og Moderna – er bert neyðugt við einum skamti av koppingarevni frá Johnson & Johnson, áðrenn ein persónur fær 66 prosent verju, og evnið skal heldur ikki goymast í eins nógvum kulda sum hini.

Koppingarevnini frá Pfizer/BioNTech og Moderna geva eina verju á ávikavíst 95 og 94,1 prosent. Tey skulu gevast í tveimum umførum.

USA hevur gjørt avtalu við Johnson & Johnson um keyp av 100 mió. skamtum fyri ein mia. dollarar, umframt møguleikan fyri at keypa 200 mió. skamtar afturat.

Fyrsta sendingin væntast longu í dag ella mánadagin.

Um koppingarevnið eisini skal góðkennast til brúk í ES-londum, fer ES væntandi at taka støðu til um miðjan mars, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson er annars tað koppingarevnið, sum Danmark hevur bílagt mest av. Avtala er nevniliga gjørd um keyp av átta mió. skamtum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder