Uttanlands

18 latið lív og fleiri særd í Myanmar

Løgreglan og herurin hava sligið hart niður á mótmælisfólkini

Mótmælisfólk í Mandalay (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Mandalay (Mynd: EPA)

2021-02-28 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilsamans 21 mótmælisfólk eru nú deyð undir ófriðinum í Myanmar, sum hevur plágað landið, síðan hernaðarkvettið 1. februar

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur løgreglan og herurin sligið hart niður á mótmælisfólkini, og undir mótmælinum í dag lótu 18 fólk lív, og fleiri vórðu særd.

Løgreglan hevur brúkt táragass, skotvápn og doyvandi spreingiknøttar, fyri at upploysa mannamúgvurnar.

Tað var 1. februar, at herurin tók valdið í Myanmar og handtóku demokratiskt valda leiðarin í landinum, Aung San Suu Kyi saman við fleiri øðrum limum úr flokki hennara, National League for Democracy (NLD).

Orsøkin til hernaðarkvettið var, sambært herinum, at valsvik varð framt í sambandi við valið í heyst, har flokkurin hjá Suu Kyi vann stórt, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum. Hesum hava bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar tó víst aftur.

Fleiri lond í vesturheiminum hava fordømt kvettið, og fleiri hava eisini sett fyribils revsitiltøk í verk, men hesum tykist herurin í Myanmar tó ikki at leggja nakað í. Herurin í Myanmar hevur lovað, at nýval verður útskrivað, men enn er eingin dagfesting kunngjørd.

Limir í NLD og stuðulsfólk teirra siga, at valúrslitið frá november, har flokkurin hjá Aung San Suu Kyi vann meginpartin av atkvøðunum, skal virðast.

placeholder
placeholder