Innanlands

Havnará latast upp aftur: Nógv annað skal orðnast fyrst

Video: Hugskotið um at lata Havnará uppaftur er gott, men pengarnir kundu verið brúktir upp á so øgiliga nógv onnur ting. Grundleggjandi ting, heldur Elsa Berg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-03-01 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Henni dámar væl hugskotið at hava eina á gjøgnum eina bý, men sum støðan er nú, kann hon ikki taka undir við hesum.

Tað segði Elsa Berg úr Tjóðveldi, á býráðsfundinum í Tórshavnar kommunu hóskvøldið. Uppskotið um at játta eina millión til at gera kanningar at lata Havnará upp aftur, varð samtykt við tólv fyri og einari ímóti.

Tann, sum atkvøddi í móti var Elsa Berg.

- Vit eru einari veðurlagskreppu, vit eru í einari bústaðarkreppu. Fólk mugu flyta av landinum, tí tey ikki hava eitt stað at búgva.  Fólk flyta av landinum, tí teirra barn ikki fær viðgerð til teirra serliga tørv ella sjúku. Tað er so nógvir grundleggjandi tørvir sum ikki vera nøktaðir í kommununi, segði hon á býráðsfundinum.

- Tað eru øki í landinum, har sum kloakkviðurskiftini eru serliga ring, og tað kostar nógvar milliónir. Eisini hava vit dagstovnaøki har tað manglar í, umframt at fleiri ellisheim skulu byggjast. Tað eru grundleggjandi íløgur, sum skulu gerast næstu árini, og sum kosta nógvar pengar.

- Tí føli eg at eg ikki kann játta pengar til hetta í verandi løtu, segði hon.

Tað eru umleið 60 ár síðani at Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið. Upprunaliga gekk Havnará frá Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin oman á Kongabrúnna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder