Innanlands

Øll starvsfólkini uppsøgd

Tað eru bara vit báðar møðgurnar, sum passa hotellið og teir fáu gestirnar, sum eru her um vikuskiftini. Eingir gestir eru gerandisdagar, sigur Lis Eklund, stjóri á Hotel Havgrím

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-02 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Móti sumri í 2018 lat Havgríum Seaside Hotel upp yviri við Strond í Havn. Hetta er eitt nýmótans hotel við 14 tvíkømrum, og alt sá positivt út.

Men nú trý ár seinni, er søgan ein onnur.

- Sølan í 2020 minkaði nærum 80%, og øll starvsfólkini hava fingið uppsagnarbræv. Tað eru bara vit báðar møðgurnar, sum passa hotellið og teir fáu gestirnar, sum eru her um vikuskiftini. Eingir gestir eru gerandisdagar, skrivar Lis Eklund, stjóri á hotellinum, á Facebook í dag.

Hon sigur, at hjálparpakki 1 var ein góð loysn fyri starvsfólkini, sum kundu varðveita starvið. Hjálparpakki 3 kom eiisni væl við, men vardi bert til 31. august.

Tí er støðan hjá Hotel Havgrím líka ring ella trupul, sum hon var áðrenn síðst í august mánað 2020.

- Støðan er heldur verri enn nakrantíð, tí at ferðafólk eru kravd 6 daga sóttarhald.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eingin politikari víst áhuga
Hon væntar uppaftur færri bókingar í ár enn í fjør.

- Í fjør tyktist tað, sum um ferðafólk og vit øll væntaðu, at koronastøðan fór at lætna nakað skjótt. Tað vardi ongan, at korona fór at verða partur av gerandisdegnum í 2021. Nú tykist tað sum um, at  ferðafólk hava mist vónina um, at tað nyttar nakað at planleggja eina ferð í ár, tí at støðan er so ring uttanfyri landoddarnar.

- Niðurstøðan er, at vit mugu dúva uppá føroyskar gestir. Her er trupulleikin, at prísirnir bara lækka og lækka og verða trýstir í botn. Eitt greitt tekin um, at vinna er sera sjúk, skrivar Lis Eklund.

Hon undrast stórliga á vantandi áhugan frá politikarunum. Ikki ein hevur spurt hvussu tað gongur.

- Í eini støðu, har tey flestu hotellini eru í so svárari trongstøðu kann tað undra, at ikki ein tann einasti politikari hevur víst áhuga ella verið á gátt, og spurt, hvussu gongst.

Les eisini: Inntøkan í 2020 bert ein tíggjundapart av 2019

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder