Innanlands

Jan Højgaard formaður í Kongshavnar havnastýri

Teir fimm limirnir hava skipað seg. Sæunn Hansen verður næstforkvinna

Nýggja nevndin í Kongshavnar havnastýri. Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum (Mynd: runavik.fo)

Nýggja nevndin í Kongshavnar havnastýri. Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum (Mynd: runavik.fo)

2021-03-03 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd fer til verka tann 7. februar 1914, og verður hesin dagurin roknaður sum stovningardagur fyri Kongshavnar havnastýri.
 
Hetta skriva Runavíkar kommuna og Nes kommuna á heimasíðum sínum.. Víðari verður skrivað, at síðani stovnanina hava kommunurnar við Skálafjørðin havt eitt tætt og gott samstarv um havnaviðurskiftini við Skálafjørðin, so skip og bátar kunnu fáa eina so góða tænastu sum møguligt.

Í gjár varð boðað frá, at hesi fimm eru vald at hava ábyrgdina:

Jan Højgaard, bygdaráðslimur f. Nes kommunu
Sæunn Ó. Hansen, býráðslimur f.  Runavíkar kommunu
Jonhard Danielsen, býráðslimur, f. Runavíkar kommunu 
Steingrím Jacobsen, bygdaráðslimur, f. Sjóvar kommunu
Petur Súni Jacobsen, býráðslimur, f. Eysturkommunu

Nevndin hevur skipað seg, og greitt er, at Jan Højgaard er formaður og Sæunn Hansen er næstforkvinna.

Inntøkurnar av havnagjaldinum verða býttar í mun til longdina av fjøruni hjá kommununum. Býtið er: Nes 14%, Runavík 48%, Sjóvar 23%, Eystur 15%. Inntøkurnar skulu sambært reglugerðini einans nýtast til at betra um havnaviðurskiftini á Skálafjørðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder