Innanlands

Skipað frítíðartilboð við Margáir

EB/Streymur og Sunda kommuna fara nú undir hetta. Peningur er settur av til at seta ábyrgdarpersónar í starv, ið kunnu hava eftirlit og hjálpa

2021-03-03 10:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

EB/Streymur hevur gjørt stórar íløgur við Margáir, ið serliga er ætla ungum. Útgerð er keypt til borðtennis, kurvabólt, talv, dart, fótbólt v.m.. Hetta hevur gjørt at húsið við Margáir er blivið sera áhugavert millum tey ungu – eisini tey, ið ikki spæla fótbólt.

Tað eru eini 50 ung, ið longu brúka og hava gleði av hesum, men nú er ætlanin at skipa viðurskiftini betur.

Á býráðsfundi 22 februar varð samtykt at játta EB/Streymi pengar til at seta ábyrgdarpersónar í starv, ið kunnu hava eftirlit við økinum samstundis sum tey eru til taks at vegleiða og hjálpa teimum ungu, um tørvur er á tí.

Tá hesi eru sett er ætlanin at hava eitt skipað frítiðartilboð við Margáir fyri øll ung í kommununi trý kvøld um vikuna kl. 16 – 21.

Verandi ungdómshús, Garnhúsið á Oyri, hevur opið mánakvøld 18 – 22 og hóskvøld 18 - 23, og sostatt hevur ungdómurin í kommununi fjølbroytt tilboð og okkurt at fara til hvørt gerðandiskvøld í vikuni.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder