Innanlands

Strandferðslan: Ferðaætlan fyri fýra leiðir sent til almenna hoyring

Talan er um leiðirnar 400, 401, 440 og 450. Ætlanin er millum annað, at Leið 400 aftur fer at koyra gjøgnum Sundalagið, og at ein snarleið skal koyra millum Klaksvík og Tórshavn

Nógv kjak hevur verið um nýggju ferðaætlanina á ymsum leiðum, síðani Eysturoyartunnilin lat upp. Strandferðslan ger vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 17 mars. (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv kjak hevur verið um nýggju ferðaætlanina á ymsum leiðum, síðani Eysturoyartunnilin lat upp. Strandferðslan ger vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er 17 mars. (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-03 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Eysturoyartunnilin lat upp fyri ferðslu 19. desember 2020, er ferðslumynstrið í Føroyum broytt á ymsan hátt. Hetta hevur millum annað ávirkað Strandferðsluna og nakrar av leiðum teirra.

- Broytingarnar og tillagingarnar, ið vóru settar í verk, hava verið viðgjørdar í samskifti við málaráð, kommunur, viðskiftar v.fl. og sett í mun til sáttmálar við busseigarar og kommunur, kostnaðarviðurskifti, hagtøl, royndir at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, innkomnar skrivligar klagur og viðmerkingar v.m. Við støði í hesum hevur Strandfaraskip Landsins tillagað ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum. Víst verður eisini á, at tillagingar eru gjørdar á øðrum leiðum, sum møtast við leið 400, 401, 440 og 450 

Ónøgd hevur verið um ymsar av broytingar - serliga frá fólki í Sundalagnum, ið nú hava munandi verri bussamband. Nú verður okkurt gjørt við hetta. Á heimasíðuni ssl.fo varð í gjár boðað frá, at ætlanin er at gera broytingar á fýra av leiðunum fyri at gera tað lættari fyri brúkaran á ymsan hátt.

Hesar broytingar skulu eftir ætlan setast í verk 1. apríl, men eru nú fyrst til hoyringar fram til 17. mars. Tær innibera millum annað, Leið 400 fer aftur at koyra millum Klaksvík og Tórshavn gjøgnum Sundalagið, á nærum sama hátt sum áðrenn Eysturoyartunnilin lat upp, og at ein ein nýggj snarleið, leið 401, fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin á morgni og seinnapart millum Klaksvík og Tórshavn.

Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin úr Havn til Strendur og Runavík og aftur til Havnar 7 ferð gerandisdagar, 3 ferð leygardagar og 2 ferð sunnudagar. Leið 450 fer at steðga við skúlan á Strondum og við Sjómansheimið í Runavík, undantikið tá ið snarleiðin, leið 401, úr Klaksvík koyrir gjøgnum Runavík um morgunin. Ætlanin við hesum er, sambært ssl.fo, at ferðandi av Skálafjørðinum fáa eina betur og skynsama loysn at koma til og frá arbeiði í Havn, umframt at ferðandi úr Havn kunnu koma øvugtan veg til og frá arbeiði.

Strandferðslan ger vart við, at freistin at gera viðmerkingar til málið er um tvær vikur - 17 mars. Møguligar viðmerkingar skulu stílast til [email protected]




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder