Innanlands

400 arbeiðsleys í desember - 388 í dag

Talið liggur støðugt millum eitt og 1,5 prosent. Í Suðuroynni og í Vágunum er tað umleið tvey prosent - í Norðuroyggjum og í Eysturoynni lá arbeiðsloysi beint undir eitt prosent seinasta mánaða í 2020

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-03 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðsloysi í Føroyum var í stillstøðu seinastu mánaðirnar í fjør. Hetta vísa tøl hjá Hagstovuni, sum nú hevur gjørt upp tølini fyri seinasta mánaðan í 2020.

Í mai, juni og juli var talið av fulltíðararbeiðsleysum í Føroyum 1,8 prosent. Tað var hækkað orsakað av koronustøðuni. Tað fór tó niður seinasta partin av árinum, og frá september og út lá tað á 1,4 ella 1,3. 

Arbeiðsloysið var 1,3 prosent í desember, ið svarar til 400 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% sama mánað árið fyri. Tilsamans vóru 476 persónar raktir av arbeiðsloysi ímóti endanum av 2020.

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í desember var arbeiðsloysið hægst í Suðuroy (2,2 prosent) og í Vágum (1,9 prosent) Arbeiðsloysið var lægst í Norðoyggjum, har tað var 0,8 prosent. Í Eysturoynni var talið 0,9 prosent. 

Tá tað kemur til kyn, so er so at siga eingin munur. Í desember var arbeiðsloysið 1,3% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

Um hugt verður inn á heimasíðuna hjá ALS í morgun sæst, at 388 íbúgvar í Føroyum móttaka í løtuni arbeiðsloysisstuðul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder