Familjufyritøka byggir smáttubýling í Gásadali

Fjórða smáttan stendur í gerð í Sørvági, og tá hon er liðug, verður hon flutt niðan í Gásadal

2021-03-06 09:03 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Í Gásadali – inni í dalinum – eru tríggjar smáttur komnar standa. Tær skulu verða fýra íalt, men tann fjórða stendur í gerð uttan fyri verkstaðið hjá Pf. Foss í Sørvági, sum Jákup Suni Lauritsen eigur og rekur. Har eru hinar tríggjar eisini bygdar.

Tær tríggjar smátturnar vórðu tiknar í nýtslu í fjørsummar. Hóast korona herjaði og hóast tíðin til marknaðarføring ikki var drúgv, so lata tey væl at undirtøkuni.

– Her hava verið føroyingar, fólk úr USA, Danmark og Týsklandi, sigur Poula Ennigarð, sum er ein av eigarunum av smáttunum.

Smátturnar eru bygdar til partafelagið Múli, sum Jákup Suni eigur helvt um helvt saman við bróðrinum Trøndi, ið siglir sum maskinmaður við Gadus. Talan er um familjufyritøku, tí makarnir báðir, Osla Lauritsen og Poula Ennigarð, virka eisini fyri felagið, eins og døtur Áslu og Jákup Suna, tær tríggjar Oddvá Thompson, Sólborg Lauritsen og Katrin Lauritsen.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder