Innanlands

Pesto úr ókrúti vann Ungt virki

Næmingar á Glasir vunnu Ungt Virki 2021

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2021-03-05 21:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Finalan í Ungum Virki hevur verið í SMS í dag, har bólkurin Rávan, mannaður við næmingum av Glasi, er kosin vinnari av Ungum Virki 2021. Rávan er virki, sum framleiðir føroyska pesto, har berandi innihaldið er føroyskt ókrút.

Tilsamans 12 virkir frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi luttóku í sjálvari finaluni. Samlaða úrsliti gjørdist, at Rávan av Glasi vann, nummar tvey gjørdust Miriam Jewellery, eisini av Glasi, meðan Optio úr Tekniska skúla í Klaksvík vann triðja pláss. Sera tætt varð millum fremstu plássini.

[object Object](Mynd: Glasir)

Í bólkinum Rávan eru Sólvá Magnadóttir, Maria Eriksen og Tóra Mouritsen. Sanna Niclasen og Hansa Holm eru ráðgevarar.

Bólkurin Miriam Jewellery er mannaður av Miriam Emiliu Christiansen, Petru Arnadóttir Teindal, Unnuri W. á Tórgarði og Bryndis Gaard Kristjánsdóttir. Miriam Jewellery framleiðir silvurprýði, sum lýsa føroysku oyggjarnar.

Í bólkinum Optio eru Maria Göthe Magnusdóttir, Marý Fjallstein Petersen og Maria Müller. Optio framleiðir hjálpartól til fólk við skerdum førleikum í hondunum.

Rávan fekk kr. 5.000 frá Betri samtakinum og atgongd til at luttaka í danska finaluumfarinum, sum verður í apríl. Eisini fær Rávan høvi at umboða Føroyar á Innovatiónsstevnu fyri miðnámsskúlanæmingar í Nuuk í oktober.

Nummar 2 og 3 fingu eisini vinningar, sum Betri letur.

Høvuðsdómari varð Regin W. Dalsgaard. Afturat honum vóru Jónhild Rasmussen, Magni Thomsen, Rói Poulsen, Eva Skeel Nolsø, Vivi Egholm og Ari Langgaard í dómarabólkinum.

Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.

Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.

Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar. Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og fáa harumframt fíggjarligan stuðul frá Betri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder